Kostnaðurin á síðuni er við øllum, eisini eitt árs garanti og bilurin stendur koyri klárur í Føroyum.
Heimasíðan hjá Bilimport, ger tað lættari hjá tær, at innflyta tín dreyma bil. Tað eru nógvir bilar at velja ímillum og tað koma nýggir bilar út á síðuna hvønn dag.
Bilimport veitir eisini, eitt árs garanti, uppá allar innfluttar bilar. Hetta ger váðan at innflyta bil nógv minni og kundin kann føla seg tryggan við at keypa bilin.
Bilimport hevur samstarv við eina týska bil fyritøku, ið tekur sær av øllum viðurskiftum í Týsklandi, har ímillum at sýna bilarnar, áðrenn endaliga keypi fer fram. Hetta fyri at tryggja, at bilarnir ið koma til Føroya eru í besta standi og síggja út sum nýggir. Tað tekur vanliga 14 dagar, at fáa ein bil heim.
Fyrivarni verður tikið fyri, at upplýsingar á síðuni kunnu verða skeivir.