Suðuroyar Sparikassi fíggjar bilin

Bilimport og Suðuroyar Sparkikassi hava gjørt samstarvsavtalu, sum tryggjar kundunum hjá Bilimport skjóta avgreiðslu, tá ið spurt verður eftir fíggingarmøguleikum hjá Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi veitur fígging fyri ein sera góðan prís, við rentum úr einans 4,5% og útgjaldi á einans 25%. Avdráttartíðin liggur ímillum 5 og 7 ár.

Treytir hjá bankanum

Fyri at fáa bilfígging, má kundin uppfylla hesar treytir:

  • Bilurin skal vera 5 ár ella yngri.
  • Eingin bilur skal verða í býtið.
  • Kundin skal gjalda 25% kontant út.
  • Bankin fær pant í bilinum.
  • Avdráttartíð á bilum millum 0 ár og 3 ár, er í mesta lagi 7 ár
  • Avdráttartíð á bilum millum 3 ár og 5 ár, er í mesta lagi 5 ár
  • Kundin skal kreditmetast av sparikassanum
  • Tiltøkupeningurin skal vera nøktandi

Umframt hetta, má kundin biðja um Skatta- og ognaruppgerð frá TAKS. Eisini verður kundin biðin um, at upplýsa fastar útreiðslur.

Útrokningarnar eru vegleiðandi.

Keypsprísur:
Áramál:

Fíggingaruppskot

Mánaðarligur kostnaður:
2.213 kr
Útgjald (25 %):
50.000 kr
Renta:
4,5 %
ÁKP:
6,48 %
Lánsupphædd:
159.175 kr
Avgreiðslugjald, Suðuroyar Sparikassi:
1.500 kr
Stovningargjald, Suðuroyar Sparikassi:
4.500 kr
Onnur stovningargjøld (tinglýsing og veðhavaralýsing):
3.175 kr